Uppboðssølan má ómøguligt detta niðurfyri.
Tað sigur Eivin Jacobsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Samgongan fekk eitt rættiligt skot fyri bógvin, tá ið ein meiriluti í Løgtinginum, við hjálp frá samongumonnunum, Jenisi av Rana, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, og Eivin Jacobsen úr Sambandsflokkinum, samtyktu, at 23.000 tons av makreli skulu seljast á uppboði í ár.
Í morgin verður samgongufundur um málið og løgmaður hevur boðað frá í Kringvarpinum, at tá fer hann at telja, hvussu nógvir flokkar eru í samgonguni.
Eivin Jacobsen sigur, at tað er ómetaliga týdningarmikið at lurta eftir marknaðinum.
- Sum heild eydnaðist uppoðssølan í fjør rættiliga væl.
Nú hevur samgongan boðað frá, at lógin um vinnuligan fiskiskap skal endurskoðast og tað er rætt at brúka árið í ár sum eitt royndar ár, at vita, um hetta er nakað, vit kunnu byggja víðari á.
- Tí má hon varðveitast, um tað skulu vera 23.000 tons, ella minni, er óvist.
Er hon fyrst dottin niðurfyri, kemur hon aldrin aftur.
Hvussu langt niður kanst tú so fara?
- Tað veit eg ikki. Men tað sigur seg sjálvt, at verða 2000 tons seld á uppboðssølu, er tað meiningsleyst.
- Fyri vinnuna er tað als ongin trupulleiki, at 10.000-15.000 tons fara á uppboðssølu. Tað má bara ikki henda, tí Fólkaflokkurin sagt kortanei.
- Fyri Fólkaflokkin er hetta eitt prinsippmál og har er tað, at ketan leypir av hjá mær, sigur Eivin Jacobsen.










