Oyggjaleikir: Torkil Veyhe kom á mál sum nummar sjey í býarkoyringini á Oyggjaleikunum. Hóast hann vann silvur í bæði einkultstari og 100 kilometra súkklingini, so er hann væl nøgdur við sjeynda plássið í býarkoyringini.
– Hetta er góðkent haldi eg. Eg eri ikki vanur við slíka súkkling og brúki meiri orku enn hinir í øllum svingunum. Tá vit so koyra eini 30 umgangir, so blíva tað til nógv sving, sigur Torkil Veyhe, meðan hann stoytir vant á andlitið.
Torkil er meiri vanur við at koyra á langum teinum og tí er býar koyringini nakað nýtt fyri føroysk súkklaran. Á stutta teininum í dag vóru nógv tøtt sving, bæði í undan og mótbrekku. Tað sá í løtum nærmast hættisligt, tá fleiri súkklarar fóru drønandi um okkurt av svingunum.
– Tú skal bara ikki hugsa um tað og koyra við. Onkuntíð skalt tú bara koyra høvdið undir armin og súkkla við, sigur Torkil um at súkkla býarkoyring.
Torkil er væl við, tá einir tíggju súkklarar bróta frá, men tá so fýra av teimum aftur bróta frá, so megnar Torkil ikki at fylgja við.
– Akkurát tá teir fara avstað í brekkuni gleppur ketan hjá mær. Tá detti eg fimm pláss aftur og teir fara avstað, greiðir Torkil frá.
Hetta er triðja kappingini hjá Torkili, men tað ávirkar ikki ungu og røsku beinini hjá honum.
– Um tú venur nógv, so blívur kroppurin eisini skjótari klárur aftur. So eg merki ikki nakað til hinar kappingarnar í beininum í dag, sigur Torkil víðari.
Samanumtikið hevur Torkil Veyhe vunnið tvey silvur heiðursmerki og fingið eitt sjeynda pláss.
– Eg eri ótrúliga væl nøgdur. Eg kom her fyri at fáa eitt heiðursmerki – og fekk tvey silvur heiðursmerki. Tað er fantastiskt, sigur Torkil at enda.









