Åkesson: Vit ætla at vinna valið

Tað var ein floksleiðari fullur við sjálvsáliti, ið steig á røðarapallin í gjár, tá høgrapopulistisku flokkurin Svøríkidemokratarnir í gjár helt árligu summarstevnuna hjá flokkinum.


Um veljarakanningarnar eru eftirfarandi, fær flokkurin sítt besta val nakrantíð og kann gerast næststørsti flokkur í Svøríki, tá ið val er til ríkisdagin næsta mánað. Men tað er ikki nokk fyri floksleiðaran Jimmie Åkesson.


- Vit ætla at vinna valið. Vit vilja gerast størsti flokkur. Vilja hinir flokkarnir fáa ávirkan, so mugu teir antin koma til okkara ella skapa eina nýggja valdssamgongu, ið teir gjørdu eftir síðsta val, og verða klár at taka avleiðingar av tí, segði formaðurin í røðuni og vísti til avtaluna, ið flokkarnir gjørdu eftir síðsta val at halda Svørikudemokratarnar uttanfyri alla ávirkan.


Fýra ár seinni tykist undirtøkan fyri flokkinum einans at verða vorðin størri og var boðskapurin í gjár, at flokkurin ikki longur ætlar at lata hinar flokkarnir halda seg uttanfyri ávirkan.


- Vit eru ikki longur ein lítil flokkur, ið onnur kunna fara við sum tey vilja. Vit fara ikki at biðja um umbering. Vit ætla hvørki at fara biddaragongd til Löfven ella Kristersson. Vit eru Svøríkidemokratarnir og ætla at endurreisa fólkaheimið, segði formaðurin í beinleiðis tilsiping til Stefan Löfven, forsætisráðharra og leiðara fyri Sosialdemokratarnar, og Ulf Kristersson, forsætisráðharravalevni hjá Moderatunum.


Val verður í Svøríki 9. september og vísa seinastu veljarakanningarnar hjá SVT, at Svøríkidemokratarnir høvdu fingið 21,6 prosent av atkvøðunum, um val var í dag. Tað er ein framgongd frá seinasta vali upp á 8,7 prosentstig.


Einans Sosialdemokratarnir klára seg betri í veljarakanningunum við 23,7 prosentum, meðan stóri andstøðuflokkurin Moderatarnir fáa 19,6 prosent.