Kessler ársins ítróttarnavn

Størsti heiðurin ein ítróttaríðkari kann fáa í Danmark, er at vera valdur ársins ítróttarnavn.

Á hátíðarhaldinum um vikuskiftið, sum Danmarks Radio skipaði fyri, bleiv ársins ítróttarnavn eisini valt, og á fyrsta sinni nakrantíð gjørdist ein boksari vinnari. Tað var nevniliga heimsmeistarin hjá bæði WBA og WBC, Mikkel Kessler, sum fór av stað við sigrinum. Mikkel Kessler er ósigraður í sínum fyrstu 37 dystum sum professionellur boksari, og hann bleiv ársins ítróttarnavn frammanfyri súkklaran Michale Rasmussen og liðið hjá FCK, sum hevur fingið so góð úrslit í Evropa.