- Hetta verður mín fyrsta ferð til Føroya, og eg gleði meg nógv til ferðina, sigur boksarin Mikkel Kesser á heimasíðu sínari.
Um vikuskiftið vitjar trífaldi heimsmeistarin í boksing Mikkel Kessler í Føroyum. Hann verður gestur í sendingini Hvonn Live, sum Rás2 sendir av Hvonn í Havn leygarkvøldið.
Á heimsíðu sínari skrivar Mikkel Kessler um ferðina til Føroyum, og hann sigur, at hann gleðir seg at vitja her.
- Hetta verður mín fyrsta ferð til Føroya. Eg havi hoyrt nógv um vøkru náttúruna og vinarliga samfelagið, og tað gleði eg meg til at uppliva, sigur Kessler.
Hvonn Live er á skránni leygarkvøldið kl. 20.00.