Kesi og S!vas koma í summar

Arbeitt verður við at fáa Kesi og S!vas til Føroya í summar

Leygardagin gjørdist greitt, at tvey av útlendsku nøvnunum, Kesi og S!vas, kortini ikki fóru at framføra á Voxbotn. Signar í Homrum traðkaði tó til á pallinum.

- Teir komu úr Fraklandi, men gjørdust tí ov seinir til Føroyaflúgvaran. Tað var ótrúliga flott av Signari í Homrum at beinanvegin traðka til á hendan hátt. Hann er eisini sera væl umtóktur í Føroyum, so tað eydnaðist heilt væl, sigur Petur Slyne, ein av fyriskiparunum.

 

- Vit arbeiða nú við at fáa Kesi og S!vas til Føroya í nærmastu framtíð. Enn er ikki heilt greitt hvussu og nær, men tað er eyðsæð, at teir hava nógvar fjepparar í Føroyum, sum vóru vónbrotin av, at teir ikki komu. Teir vilja eisini fegnir koma, so vit vóna at finna eina loysn, sigur Petur Slyne.

 

Talan verður tó neyvan um Tórsfest.

- Har eru longu so nógv stór nøvn á plakatini, at eg ivist í, um pláss eru fyri teimum báðum eisini. Talan verður allarhelst um okkurt annað høvi, sigur hann.