Sólmundur Joensen
?????????????????
Lítillátin lítil logi
kertur sjónligar at sjá
spennist sterki lívsins bogi
móti hæddum há
margfaldar kertur at skoða
brúsandi bryggjubál
anandi nakrar loga
allar tó náa á mál
nátt og dag sjá kertur loga
sum havaldur vetrardag
skolandi í íðu, boða
kvøður vetrarsins harðbaldna lag
brennandi kertur sum streymharðar íðir
lívið gerst skært og bjart
geisandi kertur sum grønkandi líðir
djúpan, reinan kærleika fært
veldigu kertur ? strálandi víða
login tagnar alt ov brátt
ljómfylta lag í hæddir stíga
brimandi kerta fræið sátt
kertur slóknað ? náttarmyrkur
ljómandi kertur minnist eg
lívsins megi og styrkur
sýndu mær kærleikans veg
bjartar kertur geva ? fáa
fylla hjørtu ? gleði, frið
kærleikansmálið vilja náa
kertur skoða lið í lið
kertiljós á lívsins gøtum
avmarkaða virkistíð
til hvíldarstað á føgrum gøtum
eftir lokið dagsins stríð









