Hevði amerikanska forsetavalið verið nú, hevði USA fingið nýggjan forseta.
Tað er úrslitið av einari kanning hjá blaðnum Los Angeles Times. Kanningin vísir, at demokratiska valevnið John Kerry hevði fingið 51 prosent av atkvøðunum, og at George W. Bush hevði fingið 44 prosent.
Verður tað óhefta valevnið Ralph Nader tikin við, fær Kerry 48 prosent og Bush 42 prosent.
Sambært somu kanning eru 55 prosent av amerikanarunum misnøgdir við amerikanska politikkin í Irak, og 54 prosent eru misnøgd við búskaparpolitikkin hjá Bush-stjórnini. Hinvegin halda 51 prosent, at Bush hevur roynst væl sum amerikanskur forseti, tá tað snýr seg um bardagan ímóti yvirgangi. Tað halda 47 prosent ikki.
Politiskir eygleiðarar siga við Los Angeles Times, at teir flestu veljararnir tykjast vilja hava eina broyting í innanríkispolitikkinum, og at USA eigur at velja eina aðra uttanríkispolitiska kós.









