Fyri fýra árum síðani fekk demokraturin Al Gore nógv fleiri atkvøður enn George W. Bush í statinum Kalifornia, og líkt er til, at úrslitið verður tað sama á forsetavalinum í november.
Ein kanning, sum bleiv almannakunngjørd í gjár, vísti, at John Kerry fer at fáa 54 prosent av atkvøðunum í Kalifornia, og at George W. Bush, forseti, fær 38 prosent.
Kanningin vísir, at munurin teirra millum er vaksin í seinastuni. Í einari kanning í juli fekk Kerry 51 prosent og Bush 40.