Kerry kanska uttanríkisráðharri

Amerikanskir fjølmiðlar gita nú, at fyrrverandi forsetavalevnið John Kerry fær embætið sum uttanríkisráðharri, um Barack Obama vinnur forsetavalið í heyst.

Kerry helt eina dundurrøðu á demokratiska flokstinginum hóskvøldið, har hann rósti uttanríkispolitikkinum hjá Obama-stjórnini. Aftaná skrivaði Washington Post, at røðan var upptøkuroynd til uttanríkisráðharraembætið, um Obama vinnur valið.

Verandi uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, hevur boðað frá, at hon heldur ikki fram í embætinum. Tað ljóðar, at hon ætlar at fyrireika seg til at blíva forsetavalevni hjá demokratunum í 2016.

John Kerry hevur leingi verið ein trúgvur stuðul hjá Barack Obama, og hann hevur drúgvar uttanríkispolitiskar royndir.