Kerry hvessir orðalagið

Demokratiska forsetavalevnið í USA, John Kerry, hevur hert álopini á George W. Bush, forseta.

Kerry hevur serliga hert orðalagið, tá tað snýr seg um kríggið í Irak og bardagan ímóti yvirgangi. Í einari røðu á lærda háskúlanum í New York mánadagin segði hann, at Bush hevur gjørt fleiri álvarssom mistøk, sum hava gjørt USA veikari, og hann legði forsetan undir at hava leitt landið út í eitt dýrt kríggj, sum ikki sær út til at fáa nakran enda. Hann legði afturat, at vánaligt handalag hjá stjórnini er høvuðsorsøkin til tað, sum hendir í Irak. Eins og fleiri ferðir fyrr legði hann eisini Bush undir at hava villleitt amerikanska fólkið, tá hann grundaði, hví USA mátti leypa á landið.

Sjálvur heldur John Kerry, at USA eigur at biðja altjóða samfelagið hjálpa sær at fáa skil á viðurskiftunum í Irak, at størri dentur skal leggjast á at skipa ein irakskan trygdarher, og at endurbyggingin skal leggjast betur til rættis.