Hóast bæði John Edwards og Wesley Clark hava havt veksandi undirtøku í New Hampshire teir seinastu dagarnar, bendir alt á, at John Kerry fer at vinna uppstillingarvalið hjá demokratunum har í morgin. Fyri einari viku síðani vann hann tað fyrsta valið, sum var í Iowa.
Eygleiðarar vísa kortini á, at veljararnir í New Hampshire hava fyrr vent øllum á høvdið. Fyri fýra árum síðani valdu teir republikansku veljararnir har John McCain og ikki George W. Bush, og fýra ár frammanundan valdu teir Pat Buchannan og ikki Robert Dole, sum republikanski flokkurin annars hevði skotið upp.
Eins og í Iowa hevur John Kerry fingið tann kenda senatorin Edward Kennedy at hjálpa sær í New Hampshire. Eygleiðarar siga, at júst stuðul hansara hevði stóran týdning fyri tað fyrra úrslitið. Um Kennedy eisini kann ávirka veljararnar í New Hampshire, fáa vit at síggja í morgin.










