Fótbóltur
Um vikuskifti hevði enska Sunday Sun grein um Jóan Símun Edmundsson, sum nú hevur skrivarð undir sáttmála við Newcastle. Ein sáttmáli, sum í fyrsta umfarið er galdandi fram til endan av enska kappingarárinum.
Blaðið hevur tosað við Brian Kerr, og føroyski landsliðsvenjarin sigur við blaðið, at hann roknar við, at Jóan Símun hevur tað, sum skal til.
- Eg rokni ikki við, at hann spælir á besta liðnum longu hetta kappingarárið. Men eg rokni við, at hann veruliga prógvar sítt virði, og at hann kann stríðast um pláss á besta liðnum komandi kappingarár.
- Og hann hevur avgjørt sínar dygdir. Hann dugir at sleppa fram við einum mótstøðumanni, og hann veit, hvussu tú skjýtur mál, sigur Brian Kerr.
Hetta við málunum hevur Jóan Símun eisini prógvað á føroyska U21-landsliðnum, har hann við trimum málum varð føroyskur toppskjútti. Eitt av málunum kom í Gundadali móti Russlandi, tá hjálparvenjarin hjá Newcastle, Colin Calderwood, var millum áskoðararnar til dystin.