Kerr kravdi 2,7 mió - Lars fær 2,0

Samráðingar eru framvegis millum Fótbóltssambandið og Lars Olsen, ið er nevndur sum nýggjur landsliðsvenjari.

 

Sambært heimasíðuni sporten.dk er Lars Olsen framvegis maðurin, sum FSF ynskir at seta í starvið, nú samstarvið millum Brian Kerr og FSF helt uppat.

 

Sporten.dk veit at siga, at Kerr kravdi at fáa eina ársløn uppá 2,7 milliónir krónur, sum FSF tó segði nei til.

Hinvegin hevur FSF boðið Lars Olsen 2 milliónir krónur um árið í løn – umframt bonus.

Lagt verður aftrat, at Lars Olsen haraftrat er áhugaður í einum góðum venjarastarvi í Noregi, eftir øllum at døma í norska felagnum Lillestrøm