- Tað starvið í Celtic havi eg áhuga fyri, eins og flestu av mínum landsmonnum úr Írlandi høvdu verið tað eisini, er Brian Kerr endurgivin fyri at siga við skotska blaðið Evning times.
Celtic hevur í ár havt eitt trupult kappingarár og tað endaði við at venjarin, Tony Mowbray, varð koyrdur tá ringast stóð til. Í hansara stað kom 38-ára gamli Neil Lennon, sum frá 2000 til 2007 umboðaði Celtic sum leikari. Arbeiði sum venjari hjá Celtic seinastu mánaðirnir hevur hann gjørt so gott, at leiðlsan nú vil hava hann at halda fram. Men av tí hann er so ungur, vilja teir hava ein royndar hjálparvenjara. Tað er hesum starvinum Brian Kerr er settur í samband við Celtic.
- Ongin hevur sett seg í samband við meg, so eg fái ikki sagt nakað meir, sigur Brian Kerr at enda við Evning Times.
Fyribils er Stuart Baxter, ið er landsliðsvenjari hjá Finlandi, favorittur at fáa starvið sambært Evning Times.