Kerr hevur tikið landsliðið út

Tann 10. juni spæla Føroyar fyrsta landsdystin undir leiðslu av Brian Kerr.

Írski venjarin hevur nú fyri fyrstu ferð sett nøvn á teir, sum hann vil hava á landsliðið, og eru bæði nýggj og mest sum nýggj nøvn at finna millum hesi.

Eitt nú telur hópurin Palla Augustinussen og Marna Djurhuus, sum áður hava verið í landsliðshitanum, men sum ikki hava verið har seinastu árini. Og eitt spildurnýtt navn eisini í Johan Ejvind Restorff Mouritsen.

 

Hesir leikarar hava fingið boð:

Jákup Mikkelsen KÍ

Meinhardt Joensen NSÍ

Jóhan Troest Davidsen NSÍ

Einar T. Hansen NSÍ

Jann Ingi Petersen NSÍ

Hjalgrím Elttør NSÍ

Bogi Løkin NSÍ

Bartal Eliasen ÍF

Egil á Bø EB/Streymur

Marni Djurhuus EB/Streymur

Atli Gregersen Víkingur

Súni Olsen Víkingur

Fróði Benjaminsen HB

Jóhan Eivind Mouritsen HB

Andrew av Fløtum HB

Palli Augustinussen VB/Sumba

Jákup á Borg B36

Gunnar Nielsen Manchester City

Jónas Tór Næs Hvidovre

Atli Danielsen FREM

Christian Høgni Jacobsen AB

Christian L. Holst Silkeborg

Símun Samuelsen Keflavík

 

Bidnir um at vera tøkir:

Herbert í Lon Jacobsen B36

Levi Hanssen EB/Streymur

Arnbjørn Hansen EB/Streymur

Andreas Lava Olsen Víkingur

Páll M. Joensen HB