Kerr harmaðist úrslitið

Venjarin hjá føroyska liðnum segði seg vera nøgdan við avrikið, men hann harmaðist um, at tað ikki hevði eydnast at fáa úrtøku úr nógvu kjansunum Brian Kerr harmaðist eftir dystarlok um, at tað ikki hevði eydnast at fáa mál og stig í 2-0 tapinum á heimavølli ímóti Serbia.

- Tað er sera óheppið, at teir fáa mál, tá ið tað bara restar ein minuttir av 1. hálvleiki. Tað eigur ikki at koma fyri.

Tá ið teir økja um leiðsluna, er tað eftir at vit í fyrstu atløgu høvdu komið okkum undan hornasparksstøðu.

Venjarin harmaðist um, at tað ikki hevði eydnast at fáa mál:

- Tilsaman hava vit einar átta møguleikar, sum vit væl kundu havt fingið mál burturúr, men tað eydnaðist tíverri ikki.

Eg ynski at rósa áskoðarunum fyri, hvussu væl teir stuðlaðu okkum, staðfesti nýggi landsliðsvenjarin í samrøðu við sjónvarpið hjá Kringvarpinum.