Landsliðsvenjarin er týðiliga vónbrotin.
– Eg standi við venjaraskýlið, sum er heilar 60 metrar burtur frá málinum. Eg síggi væl, at Milan Jovanovic tekur hondina til hjálpar. Dómarin og linjuverjin standa fáar metrar burtur og síggja einki. Eg skilji tað ikki, sigur Brian Kerr.
Føroyingarnir vóru í øðini um málið. Milan Jovanovic varð rendur um koll í brotsteiginum, tá framherjin legði bóltin til rættis fyri Danko Lazovic, sum sendi bóltin í netið handan Gunnar Nielsen.
– Málið fær stóra ávirkan á dystin. Vit eru rasandi og vónsviknir, sum hevur við sær, at vit eru ikki til reiðar, tá serbarnir økja um leiðsluna beinanvegin, sigur Brian Kerr.
Men er tað ein haldbar grundgeving fyri uppiborna tapið?
– Tað skal eg ikki siga. Men málið vendir dystargongdini fullkomiliga. Serbarnir fáa eitt mál, sum teir ikki hava uppiborið. Tað er ikki nøktandi, sigur Brian Kerr.
Nøgdur hóast alt
Tað er eingin ivi um, at Serbia vann greitt og uppiborið 3-0.
Gestirnir settu leikferðina niður, tá fyrra umfarið var hálvrunnið. Føroyar trýstu eina løtu í seinna hálvleiki, og tað var um reppið, at føroyingarnir stýrdu vandamiklu innleggunum í málið.
Símun Samuelsen kendi seg eisini snýttan, tá dómarin ikki floytaði fyri brotssparki í seinna hálvleiki. Vágbingurin varð skumpaður í ryggin, men dómarin lat ikki við seg koma.
Brian Kerr er nøgdur við føroyska avrikið.
– Vit hava framvegis fleiri ungar leikarar á liðnum. Gunnar Nielsen, Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jann Ingi Petersen, Jóan Símun Edmundsson og Hendrik Rubeksen eru ikki drúgvir í landsliðshøpi. Teir taka seg støðugt fram sum landsliðsleikarar, og tað er eingin orsøk at stúra fyri komandi uppgávunum. Vit verða betri og betri, metir Brian Kerr, landsliðsvenjari.
Hann harmast um, at áskoðararnir ikki kundu fegnast um eitt føroyskt mál.
– Áskoðararnir stuðlaðu okkum væl og høvdu uppiborið at fingið eitt føroyskt mál, sigur landsliðsvenjarin.