Fótbóltssambandi hevur, eftir ynski frá landsliðsvenjaranum Brian Kerr, flutt eitt heilt umfar í Vodafonedeildini. Teir fýra dystirnir, sum upprunaliga skuldu spælast 9. august, eru framskundaðir til 8. august. Hetta tí, at landsliðsvenjarin ynskir at landsliðsleikararnir eru tøkir 9. august. 12. august skal landsliðið spæla stórdyst ímóti Fraklandi, og hesa til uppgávu ynskir landsliðsvenjarin helst at hava so góða tíð sum gjørligt.