Henrik Larsen fekk undan dystinum mikukvøldið blómur og gávur frá bæði spælarum og áskoðarum
Hetta varð gjørt, nú talan var um seinasta heimadystin við stóra dananum sum venjara.
Eftir dystin segði Henrik, at hann sjálvandi var fegin um blómurnar og gávurnar, sum hann hevði fingið.
- Tað hevði eg ikki roknað við. Men hatta var veldugt av 12. manni.
Og hvat var so í hasum posunum, sum tú fekk frá teimum?
- Har var ymiskt, sum hoyrir einum áskoðara til. Keppur og turriklæði, og so eisini eitt lítið steyp, so tað var bara í lagi.
So tað verður kanska sum áskoðari, at vit síggja teg aftur á Tórsvølli?
-Tað veitst tú jú ongantíð, so tað kundi kanska verið, helt hann flennandi fyri.