– Kent trýstið alla tíðina

Hondbóltur: Tann av útispælarunum hjá Stjørnuni, sum helst hevur havt størsta týdningin fyri, at liðið nú aftur er á ovastu rók, er óivað Simona Petersen, sum má vera favorittur at gerast ársins spælari hjá kvinnum í vetur. Hon var øgiliga fegin eftir dystin í gjárkvøldið.
– Eg haldi, at eg eri glaðari enn vanligt fyri hetta meistaraheitið, og tað kemst kanska av, at vit taptu í fjør. Men nú hava vit so fingið hetta steypið aftur, sigur Simona, ið viðgongur, at hon sjálv eisini hevur havt eitt gott kappingarár:
– Jú, tað kanst tú gott siga, at hetta hevur verið eitt gott ár hjá mær. Hetta er kanska ikki mítt besta ár, síðani eg kom til Føroya at spæla hondbólt, men hetta hevur nokk verið tað næstbesta.
Hóast Stjørnan hevur verið oddalið tað mesta av tíðini og serliga ímóti endanum vísti seg at vera í serflokki besta liðið, heldur Simona Petersen ikki, at greipan hevur givið seg sjálva.
– Eg haldi, at vit alla tíðina hava kent trýstið frá Tjaldri, men tá tað ráddi um ímóti endanum, haldi eg, at vit vístu, at vit hava besta liðið, sigur hon.