Kent torn skal málast

Býráðið í týska høvuðsstaðnum Berlin hevur samtykt, at tað kenda sjónvarpstornið í býnum skal málast í sambandi við heimsmeistarakappingina í fótbólti, sum verður í Týsklandi næsta summar.

Umframt at hýsa ymsari útgerð til sjónvarps- og telefonkervið hevur tað kenda tornið eina snarandi matstovu, sum í skapi líkist einari silvurlittari kúlu. Tað er hendan kúlan, sum skal málast. Ætlanin er at mála hana reyða, so hon skal líkjast einum risastórum fótbólti, men summir skemtarar vísa á, at so verður sjónvarpstornið líka reytt, sum tað var í gomlum døgum. Tað stendur í tí fyrrverandi eysturtýska partinum av Berlin og varð bygt í sekstiárunum. Men býráðið í Berlin hevur gjørt av, at tann reyða málingin skal vaskast avaftur, so skjótt HM-kappingin er liðug.

Dystirnir í heimsmeistarakappingini verða spældir um alt Týskland, men sjálv finalan verður í Berlin.