Í summar eru 40 ár, síðani russarin Boris Spasky og amerikanarin Bobby Fidcher vóru í Reykjavík og kappaðust um heimmeistaraheitið í talvi.
Til kappingina høvdu teir íslendsku fyrireikararnir gjørt eitt talvborð úr íslendskum gróti. Tað svarta talvfólkið var eisini úr íslendskum gróti, men tað hvíta var úr innfluttum marmor. Men tá saman um kom, vildi Bobby Fischer ikki brúka talvborðið.
Aftan á kappingina fekk fyrireikarin Guðmundur G. Þórarinsson talvborðið frá íslendska talvsambandinum, men nú 40 ára dagurin nærkast, hevur hann gjørt av at lata Tjóðminnasavni Íslands tað sjáldsama talvborðið í varðveitslu, skrivar Morgunblaðið.
Bobby Fischer vann dystin í Reykjavík.









