Felagið hjá Johan Byrial Hansen hevur staðið seg væl í superliguni, eftir at felagið flutti áðrenn hetta kappingarárið. Nú kappingin er komin reiðiliga í helvt, liggur AC Horsens omanfyri niðurflytingarstrikuna, og tað er komið óvart á mong.
Venjarin hjá Byrial og hinum í AC Horsens heldur tó, at enn er felagið langt frá sloppið undan niðurflytingini.
Vit hava klárað okkum betur, enn fólk høvdu roknað við, men eg haldi framvegis, at møguleikarnir eru størri fyri, at vit flyta niður, enn at vit verða verandi í superliguni, sigur Kent Nielsen við onside.dk
Vit hava 13 sera truplar dystir fyri framman. Vit skulu spæla upp til okkara besta, um vit skulu yvirliva í deildini, sigur hann.