Ein týskt sjónvarpslið hevur funnið vrakið av týska flóttafólkaskipinum Goya, sum varð søkt tann 16. apríl í 1945.
Tað var ein sovjetskur kavbátur, sum søkti skipið í Eystrasalti, og hildið verður, at næstan 7.000 fólk, tey flestu kvinnur, børn og eldri fólk, doyðu. Vrakið varð funnið á 50 favna dýpi á Gdanskvíkini smáar tveir fjórðingar frá staðnum, har tað var statt, tá sovjetski kavbáturin rakti tað við tveimum torpedoum. Tilburðurin tann 16. apríl í 1945 hevur ofta verið umrøddur, og einstakir kendir rithøvundar hava eisini skrivað um hann.
Tað var í sambandi við upptøkurnar til eina sending um týsk flóttafólkaskip, at eitt sjónvarpslið hjá Mitteldeutsche Rundfunk kom fram á vrakið av Goya.