Kent navn á jólakonsert

Í kvøld kemur heimskendi gospelsangarin Ron Kenoly við fylgi til Føroyar.

Ron Kenoly fer saman við United Voices, sum í ár er 10 ár, at hava eina stórfingna jólakonsert í Kelduni í Skálafirði mikukvøldið. Saman við sær hevur Ron Kenoly 7 dansarar og 6 solistar, ið skulu spæla og syngja. United Voices hevur saman við føroyskum spælarum og nøkrum sangarum úr gospelkórinum Vox vant í alt heyst til jólakonsertina.

Keldan, sum er eitt av bestu konserthølunum í Føroyum, verður karmur um jólakonsertina. Fólk úr Kelduni hava jólaskrýtt salin, og pallurin er eisini útbygdur til konsertina, so millum 60 og 70 fólk kunnu vera á pallinum. Hans Poulsen, sum millum annað hevur framleitt fløgurnar hjá SALT, skal miksa, og Gunnar Guttesen verður kapelmeistari. Sigrid Rasmussen er kórleiðari, og Eirikur Skála skipar fyri blásarunum.