Ókent motiv

Ungi maðurin hevði eftir øllum at døma sæð seg illan inn á ungu gentuna í húsunum, tí hann var farin innar í hennara kamar fyrst

18 ára gamli maðurin sum fór inn í eini hús í Norðdepli, hevði eitthvørt mál at taka upp við ungu gentuna.
Í somu húsunum lá eisini sváguri hjá gentuni og svav, og tað var hann, sum kom henni til hjálpar.
Tað er ikki greitt, hví ungi maðurin válaði í einum slíkum blóðrúsi hendan sunnumorgunin, men sum skilst fleyt alt í blóði.
Tað er ikki greitt, hvat ungi maðurin segí í grundlógaravhoyrinum, tí dómarin setti referatforboð. Tað ber tí heldur ikki til hjá verjanum hjá unga manninum, at gera viðmerkingar til hvørki motiv ella annað.
Álopna gentan er ógvuliga ung, helst á nakað sama aldri, sum 18 ára gamli maðurin, ið nú er skuldsettur fyri drápsroynd.
Ungi maðuri, sum var álopin, er bróður til unnustanum hjá gentuni, og altso svágur hennara.