Fyrrverandi IMF-stjórin Dominique Strauss-Kahn hevur í kvøld gjørt semju við Nafiaatou Diallo, sum skuldsetti hann fyri kynsligan ágang ímóti sær á einum hotellkamari í New York í fjør.
Innihaldið í semjuni er ikki komið fram alment, men vælvitandi keldur siga, at Nafiaatou Diallo fær ikki tær umleið 30 milliónir krónurnar, sum hon sambært fjølmiðlunum hevði kravt, men at talan er um eitt munandi minni tal.
Dominique Strauss-Kahn varð tikin á flogvøllinum í New York tann 14. mai í fjør, eftir at Nafiaatou Diallo hevði skuldsett hann fyri kynsligan ágang ímóti sær. Men ákæruvaldið slepti seinni málinum, tú ivi var um trúvirðið hjá kvinnuni.
Fyrrverandi IMF-stjórin var ikki á rættarfundinum í New York í dag, men lat sakførararnar umboða seg. Nafissatou Diallo var í rættinum saman við einum sakførara.










