Fyrrverandi danski fiskimálaráðharrin og hálvi føroyingurin Kent Kirk ætlar sær nú aftur upp á tann politiska pallin í Danmark.
Kent Kirk hevur fyrr umboðað Konservativa Fólkafokkin í Fólkatinginum í 14 ár, men á valinum í 1998 varð hann ikki afturvaldur. Frá 1979 til 1984 var hann í ES-tinginum, og eitt skifti var hann fiskimálaráðharri hjá Poul Schlúter.
Nú stillar hann upp á tí fyrsta valinum til tey nýggju landspartastýrini í Danmark. Hann er høvuðsvalevni hjá Konservativa Fólkaflokkinum í tí partinum, sum umfatar syðra part av Jyllandi og Fyn.