Kent kór vaknar aftur úr dvala

Kenda føroyska kórið, Aurora Borealis fer nú aftur at halda konsert, eftir at hava ligið í dvala í 10 ár.

Kórið varð stovnað í 1995 og tey næstu árini hevði tað nógvar konsertir, bæði í Føroyum og í okkara grannalondum, áðrenn tað gavst fyri 10 árum síðani.

Sangirnir, kórið syngur, er serføroyskt tilfar frá sálmum og tí fólksliga- til norðurlendskan kórlyrikk.

Fyrsta konsertin hjá endurreista kórinum verður í dómkirkjuni leygardagin 2. Februar klokkan 11.30 og við á hesi konsertini verða eisini træblásarar og strúkarar.

Konserturleiðari er ólavur Jøkladal.

Á konsertini verða fleiri frumframførslur á skránni, bæði sálmar, yrkingar og eitt nýtt verk, sum er bygt á eitt skjaldur.