Í morgun var eitt kent hús í miðbýnum tikið niður.
Talan er um húsið við Tinghúsvegin, har Farodane helt til í sínari tíð og sum Havnar Arbeiðsmannafelag nú eigur.
Húsið var gamalt og var í vánaligum standi, at Havnar Arbeiðsmannafelag gjørdi av at taka tað niður.
Og tað var í morgun, at broytin sett á húsið og tók tað niður
Ístaðin fyri fer Havnar Arbeiðsmannafelag at byggja nýtt hús, sum sæst á myndini, og sum fer at kosta 35 milliónir
Tað er Búsetur, sum stendur fyri arbeiðnum.
Nýggja húsið verður fimm hæddir á tilsamans góðar 1700 ferðmetrar.
Men Havnar Arbeiðsmannafelag skal bara brúka ein minni part til felagið.
- Arbeiðsmannafelagið skal brúka eina hædd og so verða hinar fýra hæddirnar leigaðar út, sigur Hans Joensen.
Eftir ætlan tekur tað eini tvey ár at byggja nýggja húsið.
Ímeðan bygt verður, kann væntast, at tað verður neyðugt at umskipa ferðsluna á Tinghúsvegnum, ella at steingja vegin heilt, í ávís tíðarskeið.
Fleiri myndir frá tí at húsið varð tikið niður, síggjast við at TRÝSTA HER










