<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Keypmannahavn: William Heinesen royndi í 1941 at fáa handritið til skaldsøguna ?Den yderste tid? útgivið í bók. Men rithøvundin Otto Geldsted, sum tá var redaktørur á forlagnum Levin & Munksgaard, ið áður hevði útgivið fleiri av hansara handritum, helt ikki, at skaldsøgan fór at hava almennan áhuga og vrakaði tískil handritið.
Helst hevði sami Geldsted havt eina aðra áskoðan, um hann skuldi tikið støðu til sama handrit í dag, nú William Heinesen verður viðurkendur sum eitt av mætastu skøldum í Norðurlondum, og á Bruun-Ramussen Kunstauktioner meta tey eisini, at handritið er bæði málsliga og listarliga vert at geva út.
Fyrstu ferð almenningurin hoyrdi um handritið var í 2003, tá Jess Jessen, stjóri á Frederiksberg Antikvariat, sum hevði handritið í varðveitslu, ætlaði at geva tað út í bók.
Orsøkin til at ókenda handritið hjá William Heinesen nú er sett til sølu er at eigarin av Frederiksberg Antikvariat, ríkmaðurin og bókasamlarin Bjarne Saxhof, herfyri andaðist, og sambært arvaskjali hansara skuldu allar bøkurnar seljast á uppboðssølu. Fyrsta uppboðssølan yvir bøkur Saxhofs varð í november í fjør. Tá vóru eisini nakrar føroyskar bøkur seldar, millum annað enska útgávan av bókini Færoe, & Færoa Reserata hjá Lucas Debes, sum kom út í 1676.
Handritið til skaldsøguna ?Den yderste tid? verður selt á uppboðssøluni hjá Bruun-Rasmussen í Bredgade í Keypmannahavn týsdagin 19. apríl.
Mett verður at bøkur Saxhofs samanlagt fara at verða seldar fyri eina trýsiffraða milliónaupphædd.