Alt bendir á, at HB í dag kunnger Albert Ellefsen sum nýggjan hjálparvenjara hjá Jan Dam og HB. Albert Ellefsen hevur fyrr verið hjálparvenjari í HB.
Les eisini: Tróndur til HB
Hann var hjálparvenjari í 1998 til 1999, og aftur frá 2005 til 2007. Tá tók hann eisini við sum venjari í seinnu hálvu, eftir at Krzysztof Popczynski bleiv koyrdur frá.
Albert Ellefsen hevur ikki átikið sær nakran venjaraleiklut, síðani hann gavst í Fuglafirði í fjør. Tá grundaði hann tað á, at hann ikki hevði tíð til at vera høvðusvenjari í bestu deildini.
Hann hevur millum annað verið settur í samband við venjarastarvið á Argjum, men nú tykist fyri vist, at hann verður hjálparvenjari hjá Jan Dam og HB.
Les eisini:Troest heldur fram
HB kunngjørdi fyri kortum, at Jan Dam verður høvðusvenjari komandi tvey árini. Spælarar sum Teitur M. Getsson, Jóhan Troest Davidsen, Bartal Wardum og Christian R. Mouritsen hava longt sáttmálan í felagnum, meðan Tróndur Jensen verður aftur at síggja á miðvøllinum, eftir at hann hevur verið í útlegd á Argjum í eitt hálvt ár.
Søgan sigur, at HB eisini ynskir at fáa Kristin R. Mouritsen aftur í HB. Hann hevur somuleiðis spælt við AB farna kappingarár.










