- Skjót so!
Páll Klettskarð hevur runnið seg í góða støðu, nú hann fær bóltin í føturnar frá Hjalgrím Elttør. Hann hevur bæði tíð og pláss at geva klaksvíkingum vónir um at varðveita sætið í Vodafonedeildini. Áskoðararnir geyla. Tað eru tretivu ymsar metingar um, hvat hann skal gera við bóltin. Spæla hann. Skjótt. Dribla. Men framherjin ivast ikki.
KÍ hevur nú av álvara aftur samband við ovaru liðini á stigatalvuni. Tað hevði nær um avgerandi týdning, at klaksvíkingar vunnu øll stigini á vitjanini í Sørvági í gjár. Men leikliga vóru trýstu gestirnir úr Klaksvík ikki omaná. Men felagskenslan syrgdi fyri, at KÍ framvegis livir í vónini.
Skifti skjótt
Leikliga hevði hvørki av liðunum tamarhald á dystinum. Klaksvíkingar løgdu bradliga fyri og løgdu seg á odda beinanvegin. Heimaliðið trýsti í stórum løtum av fyrra hálvleiki, har vindurin ofta darvaði spælinum.
Todi Jónsson var aftur einsamallur framherji í gjár. Hann var væl stuðlaður av Hjalgrími Elttør og Heðini á Lakjuni. Jónsson stríddist væl, og sum bóltspælara royndist hann væl. Serliga í samanspæli við Elttør, har teir ofta søktu at. Framherjin var ágangandi í sínum spæli og smæddist ikki burtur millum miðverjarnar. Orkan gekk tó undan rættiliga skjótt, og Páll Klettskarð loysti hann av á tímanum.
Í fyrra hálvleiki sást ikki, at talan var um tvey lið í niðurflytingarvanda. Bæði spældu væl og samanhangandi, har bæði Trygvi Askham og Jákup Mikkelsen, sum vardu málini, vórðu settir undir trýst.
Eftir hvíldina vaks vindurin, og tað darvaði spælinum. KÍ fekk tvey mál í seinna umfarinum, og tá ráddoi fyrst og fremst um at verja borg. Og tá var spælið ofta tilvildarligt.
Elttør gjørdi bart
Náttina til sunnudagin varð endaliga staðfest, at Hjalgrím Elttør fór at spæla við KÍ. Klaksvíkingurin var um vikuskiftið óvitandi um sína uppgávu sum fótbóltssleikari, men tað darvaði als ikki hansara avrik, at hann hevði øðrvísi fyrireikingar til dystin enn liðfelagarnir. Hjalgrím Elttør var sera eyðsýndur, og átti næstseinasta fótin á bóltinum, tá Atli Danielsen og Páll Klettskarð skoraðu. Og málið, sum Elttør skeyt sjálvur, var fantastiskt.
Hann vísti sanniliga, at hann er komin aftur í barndómsfelagið fyri at stríðast.
KÍ er við
Sigurin í gjár var sera týdningarmikil hjá klaksvíkingum. Fyri stríðið um niðurflyting, sjálvsálitið og stuðulin frá áskoðarunum. Hesin seinasti parturin lá í øllum førum ikki eftir í gjár. Kenslurnar var munurin í gjár. Klaksvíkingarnir stríddust og strevaðust, og tað sást veruliga, at klakvíkingarnir vóru komnir til Sørvágs fyri at yvirliva. Tað eydnaðist sanniliga.
07 Vestur eigur neyvan pláss í Vodafonedeildini í komandi kappingarári. Tað eru nú átta stig til bjargingina. Og tað er lítil framstig at hóma. Dysturin í gjár var helst avgerandi fyri, um samanlagda felagið fór at bjarga sær. Og 07 Vestur tapti.
Málini:
0-1: Atli Danielsen er fyrstur á hornasparki frá Hjalgrím Elttør úr vinstru. Miðvallarin stýrir bóltinum við høvdinum upp í nettakið.
1-1: Tór-Ingar Akselsen er ikki ansaður, tá hann hevur gott pláss uttan fyri brotsteigarmarkið. Hann smekkar til, og Jákup Mikkelsen, málverji, hevur lítlan møguleika at verja fyri.
1-2: Verjuparturin hjá 07 Vestur er ikki serliga væl skipaður, tá Hjalgrím Elttør fær bóltin í føturnar frá Høgna Madsen. Elttør sneiðir eitt vet inn í vøllin úr vinstru, áðrenn hann sendir í handara málhorn.
1-3: KÍ fer í mótálop aftaná, at 07 Vestur hevur havt hornaspark. Hjalgrím Elttør rekur um miðhálvuna við bóltinum, áðrenn hann spælir innskifta Páll Klettskarð, sum er staddur eitt í høgru, leysan. Hann er tryggur og sendur í netið handan Trygva Askham.
Myndatekstur: Todi Jónsson og liðfelagarnir stríddust sera væl fyri barndómsfelagið í gjár. Mynd: Álvur Haraldsen