Kenslurnar ráða í Klaksvík

Í Klaksvík leggja tey ikki stóran dent á fótbóltsspælið. Áskoðararnir elska at síggja leikararnar stríðast, og tað gav í gjár eitt stig, tá Víkingur vitjaði við Injector Arena

FÓTBÓLTUR

 

Tað var ikki flott. Lítið tekniskt undirhald. Fáir møguleikar. Men tað var stríðst. Tað var runnið og runnið. Tað var takklað ígjøgnum. Alt var givið í nærdystunum. Og tað gav úrslit til seinast.

Tórður Lervig kundi væl verði einsasta hetjan í Klaksvík í gjár. Innskifti framherjin tryggjaði KÍ eina stigi við Injector Arena, tá hann í tíðini dómarin hevði lagt afturat, sendi framvið Geza Turi. Bólturin endaði fyri føturnar á Lervig eftir frísparksinnlegg.

Men hann var ikki hetjan – men ein av hetjunum. Klaksvíkingar fagnaðu í gjár øllum sínum hetjum, sum framvegis eru ósigraðir í Vodafonedeildini. Tað var stríðst og strevast fyri felagið, og tað tykjast áskoðarnir í Klaksvík at elska.

 

Imponerandi

KÍ hevði lítið skipað spæl. Í løtum fluttu John Hammer og Eli Simonsen, sum vóru á miðvøllinum saman við Erlandi B. Danielsen, bóltin væl, men fáu royndirnar í tílíkum dystum høvdu eisini mistøk við sær. Men talan er um leikarar, sum framvegis eru í læru, og við tí í huga, royndust teir sera væl. Teirra partur lá í øllum førum ikki eftir.

Serliga var stríðshugurin hjá heimaliðnum imponerandi. Hóast tað oftast gekk illa at fáa ferð á bóltin, góvust teir ongantíð at stríðast. Ungu klaksvíkingarnir tykjast væl fyri kropsliga, og tað hevur stóran týdning, tá lítið eydnast við bóltinum.

Heimaliðið legði væl fyri, og longu eftir átta minuttum kundu KÍ-fjeppararnir reisast fyri fyrstu ferð. Unglingaspælarin Ivan Joensen var runnin afturum Hanus Jacobsen, sum var vinstri vongverji hjá Víkingi, tá Kristoffur Jakobsen gav honum bóltin í føturnar. Joensen slapp inn í brotsteigin, áðrenn hann við vinstra beininum sendi í netið.

 

Víkingur kann bjóða av

Jógvan Martin Olsen, venjari hjá Víkingi, hevði aftur í gjár Andrias Lava Olsen sum einsamallan framherja við stuðli frá Bárði Hansen, Magnusi Skoralíð og Súna Olsen. Og tað vísir seg, at Lava Olsen stórtrívist í leiklutinum.

Í stórum løtum av dystinum spældi Víkingur nógv við langum bóltum. Og hóast hann støðugt var trýstur av Oddmari á Lakjuni og Jógvani Isaksen í KÍ-miðverjuni, vann Andrias Lava Olsen flestu luftdystirnar. Millum annað í málinum hjá Finnuri Justinussen, tá landsliðsleikarin við høvdinum stýrdi bóltinum fyri føturnar á innskiftaranum, sum av brotsteigarmarkinum smekkaði í netið. Við sínum skjótleika og gjøgnumbrotsstyrki var hann allatíð ein hóttan móti klaksvíkingunum.

Víkingur hevði í gjár torført við at spæla seg til upplagdar møguleikar. Oftast var loysnin at sparka bóltin til Andrias Lava Olsen, sum síðan var rættiliga einsamallur. Súni Olsen varð ongantíð av álvara eyðsýndur, uttan tá hann javnaði fyri gestirnar á tímanum. Landsliðsleikarin var fyrstur á bóltinum, sum Jákup Mikkelsen noyddist at sleppa fyri føturnar á honum. Málverjin helt ikki kúluni, sum Magnus Skoralíð við høvdinum hevði stýrt móti málinum.

Við lyklaleikarum sum Andrias Lava Olsen, Súna Olsen og Sølva Vatnhamar, kann Víkingur væl gerast ein av avbjóðarum til FM-heitið. Hópurin er breiður, og tað sást aftur, at ungu Finnur Justinussen og Bárður Hansen – sum ikki vóru við í steypadystinum móti MB – royndust væl.

At skjóta tvey mál í Klaksvík er nøktandi, hóast tey kundu verði fleiri. Millum annað bjargaði Ivan Joensen á strikuni, tá lítil løta restaði í av fyrra hálvleiki. Men verjuparturin er nakað, sum Jógvan Martin Olsen, venjari, noyðist at hugsa um komandi vikuna. Avrikið í gjár var samanumtikið ikki nøktandi, men flestu liðini hava vanliga trupulleikar í Klaksvíkar. Men tílíkir dystir skulu vinnast. Serliga um Víkingur ætlar sær gull.