Kensluborin sameining

Í 1982 var Mikkjal Olsen úr Klaksvík skipari á Sigurfarinum við til at bjarga lívinum hjá fimm russarum í havsneyð. Mikumorgunin kundi hann taka ímóti tveimum teirra á flogvøllinum í Vágunum

Klaksvík:
Eitt russiskt ferðalag kom til landið mikudagin. Ferðalagið taldi sjey fólk. Tveir mans og teirra avvarðandi, sum kunnu takka manningini á Sigurfarinum fyri, at teir eru á lívi enn tann dag í dag.
Í 1982 kom eitt russiskt fiskiskip, Mechanik Tarasov, í havsneyð í ódnarveðri við Flemish Cap. Manningin taldi 37 mans, og einans fimm teirra yvirlivdu.
Manningin á Sigurfarinum fekk eisini 14 lík upp úr ófantaliga sjónum við Flemish Cap.
Sostatt hvurvu 18 russarar í illveðrinum, men sum sagt komu fimm teirra frá hesum tilburðinum við lívinum.
Og mikudagin, eftir tógvið stríð við at finna teir allar, komu nakrir av teimum við familju til Føroyar at vitja táverandi skiparan á Sigurfarinum, Mikkjal Olsen.
Tað var ein kensluborin og sera spentur Mikkjal, sum saman við konuni, kundi fara vestur á flogvøllin eftir stýrimanninum við konu, maskinmeistaranum við konu, dóttir og abbasoni og einkjuni eftir tann eina, sum ikki longur er á lívi.
Tað vóru sum sagt fimm mans, sum manningin Sigurfarinum lívbjargaði, men einans tveir teirra kundu koma. Ein bar seg undan vegna elli, einum barst frá og tann seinasti doyði fyri nøkrum árum síðani.

Havt samband
Mikkjal greiðir frá, at hann øll hesi árini hevur havt samband við stýrimannin umborð á russiska fiskiskipinum, men hinar fýra hevur hann ikki sæð síðani lagnuløtuna við Flemish Cap í 1982.
? Tað er kona mín, sum hevur verið primus motor í leitiarbeiðinum eftir teimum fýra russarunum, greiðir hann frá.
Tey hava nýtt nærum fýra ár at finna teir og at fáa teir hendanvegin. Og tað er Mikkjal sum vera man ovurfegin um, hóast tað ikki eydnaðist at fáa teir allar til Føroyar á hesum sinni.

Hitta landsstýrismannin
Russarnir komu til landið mikudagin, og í dag verður farið suður til Havnar í fiskimálaráðið at vitja fiskimálaráðharran, Bjørn Kalsø.
Leygarmorgunin verður so samkoma á nýggja Kryvjivirkinum í Klaksvík, har øll manningin á Sigurfarinum lagnutúrin í 1982 fer at hitta russararnar. Mikkjal væntar, at tað fer at verða ein sera kensluborin sameining, tá menn hittast aftur eftir 22 ár.
? Manningin hjá okkum hendan túrin taldi 26 mans í aldrinum 16 ? 20 ár, so hetta var fyrsti túrur hjá fleiri av teimum, greiðir Mikkjal frá.

Ódnarveður
Tað var tann 16. februar í 1982, at Sigurfari kom fram á russiska skipið í havsneyð. Manningin vildi illa fara av skipinum, og tískil endaðu teir allir 37 í ísakalda havinum við Flemish Cap. Mikkjal greiðir frá, at tað var av allar ringasta veðri, og tí sera torført at fáa menninar upp úr sjónum. Men tað eydnaðist sum sagt at fáa 19 av teimum umborð á Sigurfari. Fimm av teimum 19 á lívi.
Mikkjal greiðir frá, at stutt harfrá, sum teir komu fram á russiska skipið, sakk ein boripallur í sama ódnarveðri, og 84 mans komu ikki afturíaftur. Í hesum sambandinum var Mikkjal í Russlandi til avhoyringar um teirra tilburð, har hann greiddi frá, hvussu teir høvdu borið seg at við at fáa 19 mans upp úr ófantaliga sjónum.
Seinni vórðu allir 26 menninir umborð á Sigurfarinum heiðraðir av russarum. Teir fingu allir heiðurstekin fyri tað stóra bragdið, sum teir framdu í New Foundlandi.
Og nú ? 22 ár seinni sleppa hesir menn aftur at hittast. Í Klaksvík.
Steðgurin í Føroyum verður tó ikki so langur. Leiðin gongur av aftur landinum mánadagin.