Kensluborin fráfaringarløta í Tinganesi

Tað var ein lívlig men kensluborin løta, tá Jóannes Eidesgaard, løgmaður segði farvæl í Tinganesi á middegi seinasta fríggjadag, eftir skjótt fimm ár í landsins hægsta embæti.

Borðreitt var við øllum góðum, tá starvsfólkini á løgmansskrivstovuni og Jóannes Eidesgaard settust til borðs. Høvi varð at siga nøkur orð, og okkurt tárið hómaðist í eygnakrókum. Løgmaður takkaði fyri hesa tíðina hjá sær í Tinganesi og ynskti sínum starvsfólki góða eydnu við nýggja arbeiðsgevaranum Kaj Leo Johannessen. Hann fór so heldur ikki tómhentur heim. Starvsfólkini góvu fráfarandi arbeiðsgevaranum serstaka parkeringskivu við ísskavara í gávu.