Kenslan var serlig

Jónleif Sólsker royndi seg fyri fyrstu ferð móti fyrrverandi liðfeløgunum av Strondum, og hann ásannaði eftir dystin, kenslurnar eisini spældu við

 

Hondbóltur

Jákup Mørk


Undan og undir dystinum millum Kyndil og StÍF, mundi ein hin mest umrøddi leikarin vera kyndilsleikarin, Jónleif Sólsker.

Leikarin við níggju meistaraheitum undir beltinum, var sum kunnugt venjari hjá strandingum, áðrenn hann í vetur vendi heim til Kyndil, og millum annað var hann við til at vinna fyrsta FM-heitið felagsis síðani krígsárini. Nakað sum sjálvsagt viðførdi, at hann av mongum varð uppfataður sum ein hetja á vestara armi av Skálafjørðinum.

Hann ásannaði eisini, at tað var við blandaðum kenslum, at dysturin varð leiktur.

- Sjálvur haldi eg ikki, eg hugsaði so nógv um hetta, áðrenn eg fór inn á vøllin, men tað er klárt, at eg fór at hugsa um hetta, soleiðis sum dysturin háttaði sær. Tað gingu nærum 50 minuttir, áðrenn eg fekk fyrsta málið, og allar helst var tað serliga hetta, sum gjørdi, at tankarnir um alt hetta fóru í gongd.

Tað tóktist eisini greitt, at júat hetta málið (til 22-21) lyfti eina byrðu av herðunum hjá Jónleifi. Í øllum førum man tað vera langt síðani, at áskoðararnir hava sæð slíka gleði lýst úr honum, tá hann við einum at kalla sigursrópi frøddist um málið.


Nú gongur framá

Um dystin sjálvan helt Jónleif annars, at vendin kom, tá teir skiftu verju frá 3-2-1 til 6-0.

- At byrja við fingu skjúttarnir hjá teimum alt ov gott pláss, og tí gjørdust trupulleikar okkara somikið stórir. Tá ivt so heldur ikki skora, so gonru bara heilt galið.

- Tað riggaði beinan vegin betri, tá vit skiftu í verjuni, og hóast vit ikki kunnu brúka stigið, sum vit fingu við javnleikinum, so er nógv annað, sum vit kunnu taka við okkum.

- Spælið gekk nógv betri nú, enn tað gjørdi seinast, og kunnu vit halda fast um hetta, so kann nógv framvegis henda.

Spurdur um hetta nú eisini verður nóg mikið til at nerta VÍF, tykist Jónleif heldur ikki at givið hetta upp.

- Tað er enn alt ov stutt fráliðið til at gera nakað lið til meistara. Tá vit fyri tveimum árum síðani vunnu gull við StÍF vunnu vit bara tveir av fyrstu fimm dystunum, so eg haldi allar møguleikar vera fullkomuliga opnar. Enn er kappingarárið ungt.

Um seinastu orðini so eisini fara at halda, verður so í fyrsta umfari ein ósvaraður spurningur. Í øllum førum tykist tað tó, at enn skulu vestmenningar ikki kenna seg ov tryggar, tí tað eru eisini onnur lið, sum vilja hava eitt orð at siga í gullstríðnum.