Kenslan er ótrúlig

- Vit hava verið øgiliga moyrir, men í einum finaludysti finnur tú seinasta gearið fram, sigur Rókur Akralíð eftir føroyska hondbóltsgullið

Tað er veitslurómur í føroysku leguni í Prestina í kvøld. Sigurin á Letlandi bar við sær, at føroysku hondbóltsharrarnir hava vunnið gull, og nú hevur føroyska legan møguleikan at taka sær av løttum.

 

- Vit flúgva ikki so tíðliga í morgin, so í kvøld kunnu vit sita saman og hugna okkum eina løtu, meðan vit njóta kensluna, sigur Rókur Akralíð, sum serstakliga í verjupartinum hevði stóran leiklut á føroyska liðnum.

 

Og hann dylur ikki fyri, at kenslan í leguni er góð, nú teir sita við gullinum.

 

- Hetta er ein ótrúlig kensla. At vit hava verið ígjøgnum eina knallharða kapping, og at vit nú standa eftir við gullinum. Tað er bara fantastiskt. Vit hava eisini finið nógvan respons heimanífrá, og hvør sum ein hava fartelefonirnar hjá spælarunum ringt dúgliga hesar seinastu tímarnar.

 

- Og tað verður ikki verri, nú tríggir av okkara spælarum vórðu heiðraðir í kvøld. Rósing Rasmussen varð kosin besti vinstri vongur, og Áki Egilsnes varð kosin besti høgri bakkur í kappingini. Hartil varð Tróndur Kragesteen kosin sum “most valuable player”, so alt í alt er hetta bara framúr.

 

Um finaludystin sjálvan heldur Rókur, at lykilin til sigurin var, at føroyingar broyttu verjuskipan undan steðginum.

 

- Teir høvdu nakrar sterkar individualistar, og teir sluppu ov væl framat fyrstu løtuna. Tá vardu vit 6-0, men vit broyttu tað, so vit komu betur út móti skjúttunum, og tá vit vunnu dystin, so mugu vit væl staðfesta, at tað var væl sæð frá beinkinum, heldur Rókur.

 

Íroknað venjingardystin, sum varð spældur seinasta fríggjadag, so hevur føroyska landsliðið nú spælt sjey dystir í átta dagar, og Rókur ásannar, at tað kundi gera tað eitt sindur tungt at spæla við offensivari verju.

 

- Sjálvandi vóru vit moyrir, men í einum slíkum dysti finnur tú tað seinasta fram. Og so er tað eisini stórt rós til ungu menninar í hópinum, sum koma inn av beinkinum. Eitt nú kom Kjartan inn og spældi framúr væl sum spælskipari í dag, so hetta er veruliga ein sigur til samlaða hópin, heldur Rókur.