– Vit sóu tað í dag, at tá vit hava fingið móttøkurnar upp á plás, hava vit fingið álopið ordiliga at koyrt, og tá fara vit frá teimum hvørja einastu ferð.
Samstundis ásannaði Jón, at í seinna finaludystinum ímóti Mjølni vóru móttøkurnar heldur svikaligar í teimum báðum fyrstu settunum, og tað setti sín dám á dystin.
– Tá teir fáa komið út til kantarnar við blokkinum, so vit verða ov ofta blokkaðir. Í øðrum setti fóru vit eitt sindur niður, men tað kemur altíð vend í aftur, og so koyrir tað aftur. Soleiðis var tað eisini í dag, segði Jón, ið longu sær fram ímóti næsta kappingarári.
– Nicola Kapric heldur fram og vit vænta at hava sama fólk næsta ár, umframt at vit hava nógvar ungar á veg upp. Dreingir 14 og 16 akkurát vunnið FM, so tað sær gott út fyri framtíðina hjá SÍ.
hilmarjan@sosialurin.fo