Kenny Rogers kemur ikki til Føroya

Ætlaðu konsertirnar við Kenny Rogers, sum skuldu verða 17. og 18 september verða av ongum Tað skrivar Sosialurin í kvøld.

Blaðið hevur fingið at vita frá hallarvørðinum í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har konsertirnar skuldu vera, at hann hevur fingið boð um, at høllin ikki verður umbiðin kortini.

Enski agenturin hjá Kenny Rogers váttar eisini tíðindini, men hann vil ikki gera aðrar viðmerkingar í løtuni.

Tað var Sp/f Holmen, sum stóð sum fyriskipari av konsertunum, men tað hevur ikki eydnast blaðnum at fáa viðmerkingar frá nøkrum umboð fyri felagið.