Kenny Dalglish heldur fram í Liverpool

 

Kenny Dalglish hevur í dag saman við hjálparvenjarinum, Steve Clark, skrivað undir nýggjan 3-ára sáttmála við Liverpool. Síðani 60-ára gamla Liverpool legendan tók við sum fyribils venjari um ársskiftið, hevur Liverpool liðið ikki verið at kent aftur. Nú hava nýggju eigarnir hjá Liverpool valt at seta Kenny Dalglish sum venjara hjá felagnum komandi trý árini.

 

Kenny Dalglish var eisini venjari hjá felagnum frá 1985 til 1991. Tá vann hann enska meistaraheitið tríggjar ferðir, umframt FA Cup eina ferð. Kenny Dalglish skifti í 1977 til Liverpool frá Celtic og gjørdist í 1985 leikandi venjari.