- Kennist væl at senda lottomilliónir til Føroya

- Tað kennist væl at senda pening til Føroya, tí har fara so stórar upphæddir ikki so ofta.

Í Keypsamtøkuni í Klaksvík hevur ein heppin lottospælari keypt sær seðilin við øllum sjey røttum, og hevur harvið vunnið yvir 8.5 milliónir krónur. 

 

Men enn vita tey í Danske Spil ikki, hvør vinnari er. Sambært BT fegnast tey tó um, at stór upphædd nú kann sendast til Føroya í næstum. 

 

- Tað er deiligt, at onkur í Føroyum vinnur. Tað er ikki so ofta, at tey vinna stórar upphæddir, sigur Marie Grabow Westergaard frá Danske Spil við bt.dk. 

 

Víðari sigur hon, at tað sum oftast ganga nakrir dagar frá tí, at Danske Spil eftirlýsir vinnarum, inntil tey geva ljóð frá sær. 

 

Hepni føroyingurin hevur vunnið saman við einum dana, og tí skulu báðir vinnaraseðlarnir býta 17 milliónir ímillum sín.