Eg skilji, at onkur hevur verið á veg ein leygardag til bilamóttøkuna á Hjalla við honum, men so var stongt. Hvat er so rætt at gera?
Ein møguleiki er at taka bilin við heim aftur. Hin møguleikin er at seta hann á Hjalla. So kundi ein flutt hann inn har hann skuldi, tá móttøkan aftur var opin.
Hesin møguleikin eigur ikki at verða nýttur. Nú stendur bilurin sum eitt vrak og misprýður náttúruna.
Um nakar kennir eigaran, sig so honum frá, at hetta kallast umhvørvisdálkan og er nakað forb(biiib) svínarí!
Um onnur góð grund er til hesa gerð, mugu tit halda mær til góðar.
Annars gott summar!