- Kennist heilt fantastiskt

(Ljóðsamrøða) OYL 15: Hoyr samrøðu við Sáru Nysted, sum var við til at vinna okkum tvey gull heiðursmerki heim í kvøld

14 ára gamla Sára Nysted er við á oyggjaleikum fyri fyrstu ferð. Sára Nysted er ein ungur, evnaríkur svimjari úr Suðuroyar svimjifelag, sum longu hevur hon verið við til at vinna fýra gull heiðursmerki fyri Føroyar.

 

Hoyr samrøðu við Sáru Nysted við at trýsta á pílin undir myndini.

 

NB: Í samrøðuni nevnir undirritaði, at svimjararnir fingu 12 heiðursmerki aftaná svimjingina í kvøld, men talan var um 11 heiðursmerki. Eyðbjørn Joensen vann upprunaliga bronsu í 50 metrar bringu, men varð kolldømdur. Tí fingu vit 11 heiðursmerki.