Víkinga venjarin Sigfríður Clementsen valdi í hálvleikinum at skifta nýggja Víkinga leikaran, Andreas Lava Olsen á vøllin. Hetta skuldi seinni vísa seg at vera ein skilagóð avgerð, tí tað var júst Andreas Lava Olsen, ið skoraði avgerandi málið hjá Víkingi á Svangaskarði í kvøld.
Andreas Lava Olsen segði eftir dystin, at tað kendist gott at vera aftur á Víkinga liðnum.
- Tað kennist gott at skora tað avgerandi málið og eg haldi at eg kundi fingið okkurt málið afturat. Hetta er fyrsti dysturin hjá mær í 4 vikur av tí at eg havi verið hálvskaddur, so tað var hart at byrja við einum Europa League dysti.
- Eg eri væl nøgdur við dystin og eg føldi at størsta partin av dystinum, vóru vit greitt betri enn mótstøðuliðið.
Ikki álvarsamur skaði
Hóast Andreas Lava Olsen fór av vøllinum við einum skaða móti endanum av dystinum, hevur 'Lava' tó góðar vónir um, at hann kann leika við í seinna dystinum, sum verður í Lettlandi um eina viku.
- Eg havi havt trupulleikar við fótinum síðani seinastu viku, men eg valdi at spæla í dag. Tíverri breyt tann sami skaðin seg út í fótinum. Eg vóni tó at eg, við góðari viðgerð frá lækna og fysioterapeutui, kann spæla seinna dystin í Lettlandi.
Skulu leika seg víðari
Andreas Lava Olsen sigur eisini at hann hevur góðar vónir til dystin í Lettlandi um eina viku.
- Um tú hyggur eftir dystinum í dag, hava vit fleiri stórar møguleikar. Millum annað fríleyparar, sum vit brenna. Tí haldi eg avgjørt, at vit skulu fara eftir at leika okkum víðari í næstu rundu.
Seinni dysturin hjá Víkingi verður spældur í Lettlandi um eina viku.