Kennir tú meg?

   

Eg eri tann størsti brotsmaðurin í søguni!
Eg havi dripið fleiri fólk enn tey, sum fullu í øllum bardøgum í øllum heiminum.
Eg havi gjørt menniskju til vrak.
Eg havi broytt vónfull ungfólk til vónleysar samfelagsbyrðar.
Eg havi leitt óteljandi milliónir á skeiva leið.
Eg havi oyðilagt tey veiku, og knasað tey sterku.
Eg havi gjørt vísmenn til dárar.
Eg havi sett snerrur fyri tann óseka.
Hin neyðars fátæka húsmóðurin kennir meg.
Hitt svanga barnið kennir meg.
Tey foreldur, hvørs hár er grátt av sorg um børnini, kenna meg.
Eg havi koyrt milliónir á húsagang og skal koyra mangar milliónir afturat á húsagang.
Navn mítt er!
Alkohol.