Kennir seg hótta

Iranska kvinnan Shirin Ebadi, sum fekk Nobel-friðarheiðurslønina í fjør fyri arbeiði sítt fyri mannarættindum í Iran, sigur við tíðindastovuna Reuters, at hon kennir seg ikki trygga.

Í samrøðuni sigur hon, at onkur hevur brotið jarnportrið, sum er uttan fyri hús hennara, og tað tulkar hon sum eina ávaring frá teimum, sum eru ímóti tí, sum hon tekst við. Ebadi, sum er útbúgvin løgfrøðingur, sigur, at hon hevur altíð kent seg hótta, men at hon fer ikki at gevast við arbeiðinum at útvega teimum muslimsku kvinnunum størri rættindi.

Umframt sítt arbeiði fyri mannarættindum arbeiðir Shirin Ebadi sum sakførari. Í løtuni umboðar hon tey avvarðandi hjá kanadisku tíðindakvinnuni Zahra Kazemi, sum doyði, meðan hon sat í varðhaldi hjá iransku løgregluni í fjør. Kazami bleiv tikin, tí hon hevði tikið eina mynd av einum iranskum fongsli.