Í samfull 38 ár hevur Karl Jóhan Nielsen verið tannlækni í Sørvági. Ein slíkur dagur skal sjálvandi hátíðarhaldast, og tað gjørdi Sørvágs kommuna eisini.
Henda eina dagin fekk hann nevniliga vitjan av sjálvum borgarstjóranum í Sørvági, Jákup Suna Lauritsen.
Borgarstjórin ynskti at takka Karl Jóhan fyri drúgvu tænastuna, sum hann hevur staðið í síðani 1. apríl 1969.
Um borgarstjórin sjálvur fór til tannlækna henda dagin, sigur søgan einki um!