- Fiskimenn og sjófólk, sum ynskja nærri kunning um broyttu reglurnar, kunnu fara inn á heimasíðuna hjá ALS ella venda sær beinleiðis til skipanina, sigur Jóhan Dahl. Jóhan Dahl, landsstýrismaður, sigur seg einki kenna til, at sjófólk, sum annars lúka krøvini fyri at fáa útgjald úr ALS, hava trupulleikar við at fáa pening haðani.
Hetta sigur hann í stuttum svari til munnligan fyrispurning hjá løgtingsmanninum, Kára P. Højgaard.
Tá Kári í øðrum lagi spurdi landsstýrismannin, um sjófólk hava fingið nóg neyva kunning um broyttu treytirnar fyri útgjaldi úr ALS, vísti Jóhan Dahl á, at Arbeiðsloysisskipanin hevði fund við formannin í Fiskimannafelagnum beint eftir, at nýggja kunngerðin varð sett í gildi tíðliga í heyst ? og á hesum fundi varð kunnað um skipanina.
- Annars hava fiskimenn, sum ynskja neyvari kunning, møguleikan at fara inn á heimasíðuna hjá ALS, og í øðrum lagi kunnu teir eisini venda sær til Arbeiðsloysisskipanina, segði landsstýrismaðurin.
Kári P. Højgaard spurdi eisini, um politiska skipanin hevur viðgjørt spurningin, um fiskimenn og sjófólk kanska kundu havt sína egnu tryggingarskipan. Men her kunnu vit siga, at tá løgtingsmaðurin spyr í eyst, svarar landsstýrismaðurin í vest, tí svarið hjá Jóhan Dahl viðger ikki møguleikarnar fyri eini nýggjari skipan fyri fiskimenn og sjófólk.
Landsstýrismaðurin vísir á, at nýggju reglurnar í ALS hava fingið sína politisku viðgerð, tá broytingarnar vóru til viðgerðar og vórðu samtyktar á løgtingi.
- Eg havi síðan sett nærri reglur í gildi við kunngerð, og tá hevur eftir vanligu mannagongdini verið kunnað um kunngerðirnar á landsstýrisfundi, segði Jóhan Dahl.